Innanlands

Skifta gamla maskinu men ikki gamlan skipara

71 ára gamli Jegvan Sundskarð vónar at halda fram eina tíð afturat, men hann vil helst ikki berast í land

Jegvan Sundskarð (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Jegvan Sundskarð (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-07-01 20:38 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Gravmaskinan er skift, tí hon var útslitin, eftir at hava koyrt í góðar 17000 tímar. Ein nærum nýggj er sett ístaðin, og nú eru teir í holt við at gera hana klára, so vit fáa lossað.

Tað segði skiparin á Hav Streymi, Jegvan Sundskarð, mánadagin tá teir lógu á Sørlafirði.

- Maskinurnar vera nógv nýttar og so standa tær á dekkinum í øllum veðri og allar árstíðir, so tær eru nógv útsettar fyri sjóroki, sigur hann.

- Ja, vit skifta gamlar maskinur út, men gamli skiparin sleppur vónandi at halda á eina tíð afturat, men hann skal helst ikki berast í land, sigur Jegvan skemtandi, sum í vikuni var 71 ár.

Hav Streym kom úr Norra sunnudagin og hevði 3350 tons av sand til Landsverk, sum fór upp á Sundi. Síðani fara teir aftur til Norra at lasta til Týsklands. So fara teir til Kaliningrad at lasta til Norra.

Teir hava nóg mikið at sigla við og sigla tað mesta í Norðureuropa.

placeholder
placeholder