Innanlands

Skibsteknisk hevur sniðgivið nýggja Gadus

Tað er norska fyritøkan Skibsteknisk, sum hevur sniðgivið nýggja skipið, sum JFK skal byggja í Turkalandi. Soleiðis fer tað at síggja út

Mynd: JFK

Mynd: JFK

2020-02-20 21:23 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Nýggi Gadus verður nakrar og 80 metrar langur, og heili 18 metrar breiður, sum fer at gera skipið til eitt tað størsta av sínum slag.

Tað er kenda norska fyritøkan Skibsteknisk, sum hevur sniðgivið skipið, og sum er ein tann førandi fyritøkan av sínum slag á marknaðinum.

Sum dømi kann nevnast, at sama fyritøka hevur sniðgivið Sisimiut og Avataq, sum Royal Greenland fekk handað í fjør.

JFK-samtakið royndi at gera somu royndir í 2003 tá ið reiðaríið bygdi Skálaberg í Norra, men rakstur fekk ikki í skipið, sum varð selt av landinum 7 ár seinni fyri 190 milliónir krónur.

Hanus Hansen, reiðari, segði á Fiskivinnutinginum í Klaksvík í gjár, at tað var helst alivinnan, sum nú hevði gjørt hetta møguligt serliga við at taka mjøl og olju við til lands.

Við nýggja Gadus vera 32 mans, sum er sama manningartal, sum tað er umborð á núverandi Gadus.

Reiðaríið hevur lagt seg eftir at skipið skal vera sera umhvørvisvinarligt, og at manningin fær bestu umstøðurnar umborð.

placeholder
placeholder