Innanlands

Sílaverkætlanin heldur fram

Firum heitir aftur í ár á sílafiskarar um at senda teimum brævbjálvar við sílaroðslu

(Mynd: Firum.fo)

(Mynd: Firum.fo)

2025-07-12 13:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðani 2019 hevur Firum staðið fyri sjósílaverkætlanini, sum Havbúnaðarfelagið hevur fíggjað, og herfyri varð nýggj avtala gjørd um sjósílavekrtælanina, sum sostatt heldur fram í ár.

Firum heitir tí aftur á fólk um at senda teimum brævbjálvar við sílaroðslu.

– Sjósílaverkætlanin hevur tvey endamál. Annað er at kanna, nær og undir hvørjum umstøðum sílasmolt fer úr ánni og á sjógv. Hetta verður gjørt í Eiðisá í Norðragøtu, har sílini verða pitmerkt fyri at kunna skráseta, nær tey fara um ein antennu niðast í ánni.

– Hitt endamálið er at kanna støðuna hjá vaksnu sílunum í sjónum. Umframt at Firum fangar 50 síl árliga við gørnum, hava sílafiskarar síðani 2019 sent sílaroðslu og upplýsingar um fiskaðu sílini inn til Firum í serligum brævbjálvum, sum Firum hevur ment. Roðslan verður løgd undir sjóneyku og kannað, og upplýsingarnar um sílini annars verða skrásettar. Soleiðis verður samlaða støðan hjá hvørjum einasta síli staðfest, skrivar Firum.

– Hetta samstarvið millum granskarar og borgarar verður kallað citizen science ella borgaravísindi og hevur sera stóran týdning. Tí heita vit í Firum á sílafiskarar og borgarar sum heild um at hjálpa okkum aftur í ár.

Tey, sum senda inn brævbjálvar við roðsluroyndum og uppmátingum eru við í lutakastinum um 10.000 krónur. Freistin at senda inn brævbjálvar er 30. november, og drigið verður millum allar innkomnu brævbjálvarnar 12. desember.

Brævbjálvarnir eru at fáa í hesum støðum:

  • Magn, Trongisvágur
  • Niclasen, Sørvágur
  • Hjá Rólant, Sandur
  • Jógvan Weihe, Tórshavn
  • Effo, Kollafjørður
  • Effo, Skálafjørður
  • Stanley, Norðskáli
  • Berglon, Klaksvík
  • Berglon, Runavík


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder