placeholder
Innanlands

Seks umsøkjarar fingu part av makrelkvotuni

Í kunngerðini um fiskiskap eftir makreli í 2022 eru 1.800 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir, og níggju umsóknir komu inn

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-08-13 12:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kunngerðini um fiskiskap eftir makreli í 2022 eru 1.800 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir.

Tá freistin at søkja um part av kvotuni var úti mikudagin 20. juli, hevði Fiskimálaráðið fingið níggju umsóknir – tilsamans varð søkt um 7.600 tons.

Eftir innanhýsis viðgerð og í samráð við Havstovuna eru seks umsóknir játtaðar og hava fingið tillutað tey 1.800 tonsini, sum vóru tøk. Tríggjar umsóknir vórðu ikki gingnar á møti.

Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er serligur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum, skrivar Fiskimálaráðið á heimasíðuna.

Av teimum seks umsóknunum um part av tøku makrelkvotuni, ið eru gingnar á møti, eru allar til virkir á landi, sum á ymiskan hátt virka makrelin, so virðisøkingin verður størri enn við vanligari framleiðslu, ella har nýggjar vørur verða mentar fyri at koma á aðrar marknaðir.

Tvær av umsóknunum, sum ikki vórðu gingnar á møti, vóru av ymiskum orsøkum mettar ikki at lúka treytirnar um menningar- og nýskapanarvirðið. Hin triðja varð mett stuðulsverdug, men kravið til ynskta minstu nøgd var ov stórt í mun til tøka kvotu.

Eins og undanfarin ár verða, í sambandi við játtandi svar um kvotur til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild, settar serligar treytir, sum skulu tryggja, at endamálið við royndunum verður rokkið. Frágreiðingar skulu sendast Fiskimálaráðnum, tá royndirnar eru gjørdar, í seinasta lagi 31. januar 2023.

Tey, sum hava fingið játtað part av kvotuni eru:

  • Faroe Marine Products: 150 tons
  • Tavan: 450 tons
  • TG Seafood: 300 tons
  • Glyggur Fishproteins and Bait: 150 tons
  • Varðin Pelagic: 250 tons
  • Kósin: 500 tons
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder