Innanlands

Ruth heilsaði uppá kvívíkingar í morgun

Nýggja uppsjóvarskipið hjá kvívíkinginum Gullak Madsen var í morgun á Kvívík

(Mynd: Kiran Jóanesarson)

(Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-10-01 18:05 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Nýggjasta, størsta og framkomnasta fiskiskipið í danska fiskiflotanum var í morgun á Kvívík, og heilsaði uppá. Skipið er í Føroyum við 1200 tonsum av makreli, sum skulu landast í Fuglafirði.

Ruth hevur í nátt ligið eystanfyri Nólsoynna og bíðað til teir skuldu á Kvívík í morgun, har teir vóru klokkan 10 fyrrapartin.

placeholder
placeholder