Innanlands

Royndu aftur í nátt

Heldur ikki í nátt eydnaðist tað at fáa Hellutanga leysan

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2021-07-14 21:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú verður bíðað eftir betri líkindum á Víkum aftur.

Bæði á middegi í gjár og í nátt vóru royndir gjørdar at fáa fóðurflakan Hellutanga leysan. Báðar miseydnaðust.

Hetta hóast luft er blást í bátin, og uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu hjálpti til.

Tað var í illveðri í aprílmánað, at fóðurflakin á Víkum sleit, og rak á land við Reipsáfoss.

Í royndunum at fáa flakan leysan hava Tjaldrið, Rescue Sverri, Samson og Pressarin hjá MEST, umframt tríggjar tvíkiljur hjá Hiddenfjord luttikið í.

Enn hevur Hiddenfjord ikki mist vónina um at fáa fóðurflakan leysan.

- Gronin var leys og aftur á hálvt skipið var flotnað, men tíverri var lyftievni aftarliga í skrokkinum ov lítið, so vit fingu hann ikki nóg nógv uppfrá, greiddi Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, sum eigur flakan, frá í útvarpinum í kvøld.

[object Object]Mynd frá royndini á middegi (Jn.fo)

Teir royndu at hála bæði framman og aftan, men tað eydnaðist heldur ikki hesaferð.

Fleiri fyrireikingar verða nú gjørdar, og alifyritøkan vónar at tað viðrar innan tvær vikur, so tað slepst framat bátinum aftur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder