
Firum: Í góðveðrinum hósdagin vóru fólk frá Firum í Eiðisá í Norðragøtu og PIT-merktu síl í ánni. Hetta er triðja árið, at síl í júst hesi ánni eru merkt. Endamálið við at merkja sílini er at kanna, hvussu sílini ferðast í ánni og nær tey leggja leiðina oman í ósan og út á sjógv, og nær tey koma niðan aftur í ánna. Fyri at síggja tað, hevur Firum sett upp tvær mátistøðir við eini antennuskipan, sum skráseta, hvørja ferð eitt PIT-merkt síl ferðast oman ella niðan í ánni. Náttúrligi atburðurin hjá sjósílum er, at tey fara á sjógv um várið og koma aftur niðan í ánna at gýta um heystið.
Mannagongdin, tá ein skal merkja síl, er einføld men spennandi. Fyrst skal man fáa hendur á sílunum, altso fanga sílini. Veiðan byrjar niðast í ánni, og so verður gingið niðan gjøgnum ánna, til komið er á mál.
Sílini verða fangaði við, at man í sera stuttum løtum setir streym til eitt avmarkað øki, soleiðis at sílini hvøkka við og eru tey tá løtt at fáa við glúpi. Tað kallast elfiskiskapur (electrofishing), og krevur etiska góðkenning frá Landsdjóralæknanum.
Úr glúpinum verða sílini flutt í eitt kar, har tey verða doyvd, áðrenn tey skulu handfarast. Fyrst verða tey skannaði fyri at vita, um tey longu eru PIT-merkt frammanundan. Síðani verða vekt og longd máld, áðrenn ein roðsluroynd verður tikin. Er sílið ikki longu merkt, verður tað at enda PIT-merkt og slept út aftur í ánna.
At PIT-merkja er, at ein lítil flís verður sett inn í búkholuna á sílinum. Tá sílið so ferðast framvið mátistøðunum, verður tað skrásett á eini telduskipan hjá Firum. Granskarar hjá Firum viðgera tølini og gera niðurstøður um gongdina.
Orsøkin til, at sílini leggja leiðina út á sjógv, er, at á sjónum fæst betri føði. Tí vaksa sílini eisini munandi skjótari úti í sjónum, enn tey gera í ánni. Hinvegin, so eru fleiri vandar at finna í sjónum. Ein teirra er laksalúsin. Og tað er júst laksalúsin, sum kann fáa sílini at leita niðan aftur í ánna ”í úrtíð”. Laksalús trívist ikki í feskvatni, og tí kunnu sílini leita niðan aftur í ánna fyri at avlúsa seg.
Ferðingin hjá sjósílunum í Eiðisá er byrjað. Tað vísa skrásetingarnar frá antennuskipanini. Higartil eru tað serliga tey eldru sílini, sum eru farin út á sjógv. Hetta líkist gongdini undanfarin ár. Tá byrjaðu smoltini, t.e. tey yngru sílini, sum fara á sjógv fyri fyrstu ferð, ferðingina nakað seinni. Áður hava vit sæð, at smoltini fara á sjógv, tá ið hitin nærkast 8°C, og regnið fær ánna at vaksa.
Tey á Firum vænta tí, at smoltini fara undir ferðingina komandi vikurnar, og fara tey at fylgja gongdini neyvt. Júst í ferðingartíðini eru sílini mest útsett fyri laksalús, og tí hevur tað stóran týdning at vita, nær ferðingin fer fram. Tá kunnu verndartiltøk leggjast til rættis, so tey raka, tá tørvurin er størstur. PIT-merkingin er partur at ”Sjósílaverkætlanini”, sum Firum ger í samstarvi við Havbúnaðarfelagið. Yvirornaða endamálið er at kanna, hvørja ávirkan alingin kann hava á lúsastøðuna og atferðina hjá sjósílunum.
Hósdagin vórðu 222 síl fangaði í Eiðisá. 158 blivu merkt, 25 vóru longu merkt frammanundan, meðan 38 vóru ov smá at merkja, tí tey vóru minni enn 10cm.
Miðalvektin á sílunum var 44,3g. Miðal longdin var 14,9cm. Størsta sílið var heilar 35,8cm langt og vigaði 453g. Talan var um áarsíl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald