
Hjá Kósini í Klaksvík hava tey úr at gera at taka ímóti fiski frá føroyskum partrolarum.
Í gjár landaðu partrolararnir Fuglberg og Skoraberg gulllaks, og í dag hava Jaspis og Ametyst landa upsa.
Fuglberg og Skoraberg komu inn við 210 tonsum av gulllaksi, sum parið hevur fiskað vestanfyri Føroyar, og landaði veiðuna til kósina í Klaksvík.
Hóast veiðan varð landað til Kósina, so er tað Tavan í Leirvík, sum keypir veiðuna frá føroysku gulllaksa skipunum.
Í dag landaðu Japis og ametyst umleið 210.000 pund av botnfiski til Kósina, har nógv tað mesta av veiðuni var upsi.
Jaspis og Ametyst hava fiskað eystanfyri hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið hampuligur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald