Innanlands

Óvanliga høgt felli á aliøki A-81 Kolbanagjógv

Liðugt verður at taka allan deyðan fisk upp á aliøkinum A-81 Kolbanagjógv í morgin

Savnsmynd (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Savnsmynd (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2018-09-23 18:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Bakkafrost skrásetti óvanliga høgt felli á aliøki A-81 Kolbanagjógv tann 20. september 2018. Umleið 750 túsund fiskar, sum høvdu eina miðalvekt á 500 gramm livandi vekt, doyðu innan fyri eitt stutt tíðarbil. Fiskurin á aliøkinum A-81 varð settur á sjógv í juni - august 2018.

Ikki hevur verið møguligt at staðfest, hvør orsøkin til tilburðin var, men algurnar phaeocystis, pseudo-nitzscia og heterosigma vórðu skrásettar at vera í sjónum á aliøki A-81 Kolbanagjógv tann 20. september 2018, og illgruni er um, at algurnar eru orsøkin til økta fellið tann 20. september 2018. Eisini hava vit staðfest, at samstundis og framman undan skaðatilburðinum eru stórar mongdir av tøðum sprændar út á bøin og partvís komið beinleiðis á sjógv einans 200 metur frá alibrúkinum. Framhaldandi kanningar verða gjørdar fyri at staðfesta, hvør orsøkin var til brádliga fellið, sum bert vardi fáar tímar.

Aling hevur verið á aliøkinum A-81 Kolbanagjógv seinastu 30 árini, og tílíkur tilburður hevur ikki verið áður. Bakkafrost hevur ikki sæð líknandi støðu á nøkrum øðrum aliøki seinastu dagarnar.

Liðugt verður at taka allan deyðan fisk upp á aliøkinum A-81 Kolbanagjógv í morgin, og einki óvanligt er skrásett síðan 20. september 2018. Bakkafrost hevur fólk á staðnum, sum halda vaki eyga við støðuni á aliøkinum A-81 Kolbanagjógv. Fiskurin á aliøkinum A-81 Kolbanagjógv er tryggjaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder