Innanlands

Nýggjasta skipið í flotanum roynist væl

Hav Nordlandia hjá Navigare kom síðstu nátt á Runavík

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-03-30 21:42 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í nátt kom nýggjasta skipið í føroyska flotanum, Hav Nordlandia, hjá Navigare, á Runavík. Skipið kom úr Íslandi og legði inn á Runavík at skifta fólk.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina. Samstundis fekk hann eitt prát við skiparan, Símun Jacobsen, sum loysti Jóhan Petur Olsen av.

-Eg haldi, skipið roynist avbera væl, hóast hetta bara er mín næsta útmynstring við Hav Nordlandiu. Tað ber seg væl í sjónum og er rímuliga væl Innrættað, lætt at arbeiða við og lastar nógv; ja, upp til 3700 tons alt eftir, hvussu nógva olju vit hava umborð, sigur Símun Jacobsen.

-Skipið fer at sigla mest í Norðureuropa og óivað nógv uppá Norra. Hetta er fyrstu ferð, skipið er í Føroyum, hóast tað fór í vinnu um ársskiftið. Skipið kemur úr Íslandi og er ávegis til Norra, sigur hann.

- Hav Nordlandia er frá 2005, er 89 metrar long og 13 metrar breið. Motorurin er 2200 hestar. Skipið er í góðum standi, og vit eru sjey mans við. Nú fara vit til Norra, so til Danmarkar, Svøríkis og so aftur til Íslands.

Frá Sjómansmissiónini fingu teir, Bíbliu, lestrabók, andaktsbók, sangheftir, skriftstað og ein geyma við nógvum kristiligum sangi og andaktum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder