Innanlands

Nýggjari skip skal keypast fyri Jupiter

Sum skilst verður systurskip Finn Fríða frá 2004 í næstum verður keypt til Føroya

Altaire er tveir metrar longri enn Jupiter (Mynd: Shetlandfishermen.com)

Altaire er tveir metrar longri enn Jupiter (Mynd: Shetlandfishermen.com)

2023-02-01 11:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

P/F Jupiter skal hava nýtt skip fyri núverandi Jupiter, sum felagið keypti frá Varðanum í 2020.

Sum vit skilja, verður tað systurskipið hjá Finni Fríða, hetlendska uppsjóvarskipið Altaire, sum verður keypt til Føroya og skal vera nýggi Jupiter. Altaire er bygt í 2004.

Núverandi Jupiter er gamli Altaire frá 1994, og Varðin keypti hann til Føroya í 2007. 

Hetlendska reiðaríið, sum eigur Altaire, letur nýtt skip byggja á Karstensens Skibsværft í Skagen, og hesaferð eru føroyingar aftur klárir at yvirtaka.

Altaire, sum væntandi verður keyptur til Føroya, er eitt vet størri enn Jupiter, og er 76 metrar langur og 15 metrar breiður. 

Jógvan Martin Ferjá Joensen er reiðari á Jupiter.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder