Innanlands

Nýggi trolarin hjá Varðanum kemur til Skagen i august

Faroe Origin gjørdi sáttmála um tveir trolarar hjá Karstensens Skibsværft í 2023, sum skulu latast í 2026

2025-07-15 16:59 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var í september 2023 at Faroe Origin í Runavík undirskrivaði tveir nýggjar trolarar, sum skulu avloysa Rók og Lerk, sum felagið seldi av landinum í 2021.

Tað er gjørt nógv burtur úr av fáa so góða góðsku sum gjørligt burtur úr fiskinum, sum verður veiddur. Skipini verða útgjørd við góðari køling og hagreiðingin av veiðuni skal geva møguleika til bestu góðsku.

Tó er ein broyting gjørd síðani trolararnir vórðu undirskrivaðir. Eigararnir í Faroe Origin hava býtt teir fýra núverandi trolararnar millum sín, og eisini teir báðar nýggju, soleiðis at Varðin og Framherji, sum eiga Faroe Origin, eiga tríggjar trolarar í part. 

Fyrsti trolarin, sum kemur til Skagen, er tann hjá Varðanum, og hesin kemur eftir ætlan til Skagen nú í august, meðan tann hjá Framherja kemur eitt sindur seinni í ár.

Ætlanin er at øll veiða skal førast til lands. Tí er verksmiðjan gjørd til framleiðslu og goymslu av súrløgu, sum ætlanin er at framleiða burtur úr høvdum, innvølum o.ø.

Hugsa er eisini um umhvørvið – skipini eru sniðgivin so tey hava so lítla ávirkan á umhvørvið sum møguligt og harvið veiða burðardygt. Tey hava lutfalsliga stór skrúvubløð og snúningstalið á skrúvuni er lágt. Skipini lúka øll nútímans krøv til útlát og larm.

Manningin fær allar nútímans hentleikar. Nýggju tíðirnar stilla størri krøv til manningarviðurskiftini og hesi verða uppfylt við hesum nýbygningum.

Skipini kunnu trola við lemmum ella sum partrolarar. Tey koma at hava møguleika at trola við tveimum trolum ella einum troli.

Tað er gjørt nógv burtur úr av fáa so góða góðsku sum gjørligt burtur úr fiskinum, sum verður veiddur. Skipini verða útgjørd við góðari køling og hagreiðingin av veiðuni skal geva møguleika til bestu góðsku.

Møguleiki er fyri at nýta skipini sum ísfiskaskip, har fiskurin verður goymdur í kørum við krapaísi eins og møguleiki er fyri at avhøvda, støddarskilja og frysta veiðuna umborð. Lastin kann sostatt brúkast antin sum frystilast ella til køling.

Eftir ætlan skulu partrolararnir latast eigarunum fyrra og seinna hálvár í 2026. 

Umframt hendan trolarin, so letur Varðin eisini ein trolara byggja hjá Mest í Havn. Hesin trolarin kemur fyri Rankan, sum Varðin sledi til Sandavágs í 2023.

Nýggi trolarin skal last Varðanum í komandi ár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder