2025-02-11 23:08

Fyrrverandi Hvítanes, sum í dag kallast Inuksuk l hevur sett kós móti Føroyum, har trolarin nú skal skrásetast aftur.
Inuksuk l loysti úr Kanada í morgun, og verður í Føroyum tíðliga í næstu viku, har skipið skal yvirtakast.
Inuksuk l skal fiska rækjukvotuna, sum Thor eigur frá Kappanum.
Inuksuk l er bygdur á Skála Skipasmiðju í 1987, og fekk tá navnið Hvítanes. Skipið bleiv selt av landinum í 1993.
Reiðaríið ynskir ikki at upplýsa hvat skipið er keypt fyri ella hvat nýggja navnið verður á skipinum, sum nú aftur fær heimstað í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald