Fyri beint undir einum mánaða síðani varð Dennis Holm, sum á valinum var nývaldur fyri Tjóðveldi, settur sum landstýrismaður í fiskivinnumálum.
Partur av fyrstu tíðini hjá landstýrisfólki er at vitja ymsu stovnarnar, ið tey hava undir sær, og í hesum sambandi var vágbingurin í dag, hósdagin 19. januar, á vitjan á Havstovuni.
Hetta skrivar hav.fo.
Á skránni var millum annað umráðandi kunning um Jákup Sverra og um virksemi hjá Havstovuni, ið Dennis Holm kann brúka:
- Á vitjanini á Havstovuni fekk landsstýrismaðurin høvi at heilsa uppá starvsfólkini á Havstovuni, umframt gjølliga kunning um virksemi hjá stovninum og havrannsóknarskipinum Jákup Sverra.![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/01/19/615x455/1674146531w8t24in72z.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald