Innanlands

Nú skal snellan hjá Beinir roynast

Sverri Rasmussen, útróðrarmaður í Hesti, hevur brúkt svenskar snellur í nógv ár, men nú fer hann at royna eina føroyska. Snelluna hjá Beinir Joensen

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2022-09-02 06:46 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Eg havi róð út í nógv ár, og havi nýtt svenskar snellur. Tær eru nú 20 ára gamlar og hava riggað væl, men nú eru tær við at slítast og troyttast, og tí eri eg byrjaður at skifta tær út. 

Tað sigur Sverri Rasmussen, útróðrarmaður í Hesti, sum eigur og rekur bátin Andromeda.

- Tað eru fleiri snellur at velja ímillum, men eg ynski at royna snelluna hjá Beinir Joensen. Hon er einkul og sær robust út, so nú fáa vit at síggja. Riggar hon væl, so keypi eg óivað fleiri frá honum. So havi eg eisini snelluserfrøðingin við hondina, sigur Sverri Rasmussen.

- Eg havi havt áhuga í snellum og arbeitt upp á tær í mong, mong ár. Gjøgnum mínar útbúgvingar fekk eg bæði áhuga og ein ávíasn førleika at arbeiða við menning av hesi snelluni, sigur Beinir Joensen í Saltangará.

- Eg eigi hugskotið og havi ment hana, men havi eisini fingið hjálp frá serfrøðini. Hetta er eitt arbeiði, sum hevur staðið uppá í meiri enn 15 ár. Nú eri eg nærum komin á mál, men mangli at fáa garvaðar útróðrarmenn at royna snelluna, sigur hann.

- Norðsøki royndi eina undir Íslandi í summar og teir vóru væl nøgdir eftir at eg rættaði uppá stýringina. Annars eru tað mest frikadellufiskarar, ið hava keypt snellur frá mær, og tá er brúkið sera avmarkað. Tí gleðir tað meg at Sverri nú keypir eina og veruliga roynir hana, tí so fáa vit betri royndir við henni, sigur Beinir Joensen. 

- Snellurnar hjá mær liggja í bíligara endanum og so havi eg ikki gjørt nógvar. Alt hækkar í prísi, so tá eg geri næstu sending, koma tær at kosta nakað meiri enn tær eg havi nú, sigur Beinir Joensen.

Teimum verður ynskt Guds signing við útróðri og snellum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder