
-Nógv er gjørt við skipið síðstu vikurnar. Tað fekk buglur á síðuna, tá tað legði seg á vogninum, og tær eru gjørdar aftur, sigur Mikkjal Pauli.
Tað var 19. desembur, at frystilínuskipið Polarstjørnan koppaði á bedingini í Klaksvík, tá hon skuldi takast upp á land. Mánaðir gingu áðrenn hon kom aftur á rættkjøl og síðani er ymiskt viðlíkahald gjørt við skipið.
- Nógv er gjørt við skipið síðstu vikurnar. Tað fekk buglur á síðuna, tá tað legði seg á vogninum, og tær eru gjørdar aftur. Tí er nógv stálarbeiði gjørt bæði í maskinrúminum og í lastini, og tað er arbeiðið, sum hevur tikið mest tíð, sigur skiparin Mikkjal Pauli Lamhauge.
(Mynd: Sjómansmissiónin)
- Motorarnir til frystaríið eru gjøgnumgingnir og annað, sum krevst eftir at skipið lág á liðini so leingi. Harafturat hevur skipið fingið sína 55 ára klassing. Tí meti eg at skipið nú er í góðum standi, sigur hann.
- Vit vóna at sleppa avstað hesa vikuna. Meiningin er royna nakrar dagar við Føroyar, fyri at tryggja, at alt riggar, áðrenn kósin verður sett á Flemish Cap, sigur Mikkjal Pauli.
- Tað hevur kenst drúgt at bíða eftir skipinum hesar fimm mánaðirnar. Nú vóna vit at sleppa avstað aftur, og at alt riggar og at fiskur verður at fáa, sigur hann.
14 mans fara við Polarstjørnuni, og Mikkjal Pauli verður skipari.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald