Norðingur landar svartkjaft í Fuglafirði

Norðingur skal landa 1.930 tons av svartkjafti til Havsbrún

Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Norðingur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-03-21 08:26 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Norðingur er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa 1.930 tons av svartkjafti.

Norðingur hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Norðingur fer aftur á svartkjaftaveiðu tá ið veðrið batnar.

Hjá Havsbrún, verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder