2025-07-15 07:33

Uppsjóvarskipið Norðingur kom í gjár á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.
Norðingur hevur verið á svartkjaftaveiðu norðanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampuligur.
Við til lands hevur skipið millum 18-1.900 tons, sum verður landað til Havsbrún.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald