2026-07-27 18:06
Uppsjóvarskipið Noðringur kom í morgun á Miðvág, har skipið skuldi landa.
Norðingur hevur verið á gulllaksaveiðu vestanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið smáligur.
Veiðan varð landað uppí bilar, og síðani bleiv gulllaksurin koyrdur til Leirvíkar, har hann skal virkast hjá Tavuni.
Norðingur fór aftur á gulllaksaveiðu tá ið liðugt var at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald