Innanlands

Norðborg landar til Bergfrost

Norðborg kom í dag á Fuglafjørð við makreli, mjøli og lýsi, sum skal landast til Bergfrost

Norðborg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Norðborg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-09-30 17:19 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Framleiðsluskipið Norðborg kom í dag á Fuglafjørð, har skipið skal landa.

- Vit hava 920 tons av frystum makreli, sum skal landast til Bergfrost í kvøld, sigur Hans Klakstein, sum hevur verið skipari hendan túrin.

Hans Klakstein leggur aftrat, at av hesum 920 tonsunum, eru 105 tons heilfrystur makrelur, meðan restin er avhøvdað.

Umframt frystan makrel, hava teir umleið 80 tons av lýsi og 56 tons av fiskamjøli.

- Fiskiskapurin hevur verið hampiligur, men seinastu fýra dagarnar hevur sum so einki verið at fingið av makreli í føroyskum sjógvi, sigur Hans Klakstein, sum sigur víðari, at nú eru tey føroysku skipini ávegis í norskan sjógv at fiska.

Føroysk skip kunnu fiska tilsamans 10.000 tons av makreli í norskum sjógvi.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder