Innanlands

Norðborg komin inn at landa

Norðborg er komin inn at landa knapt 1.400 tons

Norðborg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Norðborg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-07-18 14:49 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjuskipið Norðborg kom í morgun á Ánirnar, har skipið skal landa.

Norðborg hevur verið á makrelveiðu, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Tilsamans hevur Norðborg 1.345 tons, har 1.160 tons er fryst, 65 tons er mjøl og 120 tons er lýsi.

Tað frysta er umleið 850 tons heysaður makrelur, 150 tons heilfrystur makrelur, 60 tons av sildafløkum og 100 tons heilfryst sild til agn. 

Norðnorg hevur verið burtur í 13 dagar, og fer aftur til fiskiskap í morgin fyrrapart.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder