Innanlands

Myndir: Finnur Fríði á Runavík

Nýggjasta skipið í føroyska flotanum kom í góðveðrinum í dag á Runavík, har skipið skal liggja til farið verður eftir útgerð

Mynd: Kiran Jóanesarson

Mynd: Kiran Jóanesarson

2024-08-25 20:48 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Finnur Fríði, sum er nýggjasta skipið í flotanum, kom í dag á Runavík, har skipið skal liggja áðrenn farið verður eftir útgerð.

Stórfingin mótøka var í gjár, tá ið størsti ordrin hjá Karstensens skipasmiðjuni kom á Gøtu á fyrsta sinni.

Tá ið Varðin undirskrivaði sáttmálan um nýggja Finn Fríða í desember 2021, vóru danskir miðlar skjótt úti, og kundu viðmerkja at talan var um mest virðismikla sáttmála, sum Karstensens skipasmiðjan hevði undirskrivað í søguni.

Talan er um eitt sera framkomið uppsjóvarskip, sum kostaði umleið 350 milliónir krónur at byggja, og sum eftir ætlan skuldi handast Varðanum í januar í ár, men ymsar seinkingar hava havt við sær, at skipið ikki kom til Føroya fyrr enn í gjár.

Nýggi Finnur Fríði er 88 metrar langur, og knappar 17 metrar breiður, og skal avloysa undanfarna Finn Fríða, sum nú eitur Tróndur í Gøtu.

Í dag er stór veitsla fyri innbodnum, og eftir ætlan fer nýggi Finnur Fríði á makrelveiðu í komandi viku.

Nýggi Finnur Fríði skal fiska makrel, sild, svartkjaft og lodnu, sum eru somu fiskasløg, sum undanfarni Finnur Fríði hevur fiskað.  

Finnur Fríði lastar góð 3.000 tons av niðurkøldum uppsjóvarfiski.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder