Nýggi frystitrolarin, sum Varðin letur byggja hjá Mest á Skála, var í gjár royndartúr.
Talan er um ein frystitrolara sum er góðar 44 metrar langur, og knappar 12 metrar breiður, og sum er sera framkomin.
- Vit vóru royndartúr tað mesta av degnum í gjár, og alt hevur gingið sum tað skuldi. Nú skulu tey serkønu seta seg saman og taka saman um, og síðani fáa vit at vita hvat næsta stig er, sigur Dávid Jacobsen, verkætlanarleiðari hjá Varðanum.
Tað er tó enn ikki greitt nær nýggi trolarin verður latin reiðarínum, men sum hjá øllum øðrum skipasmiðjum, er seinking komin í.
Dunga Jákup hevur ein framkomnan Wartsila-25 motor við 2611 Hestum. Hetta er ein motorur, sum brennur lítið og sum er gjørdur klárur til at verða umbygdur til grønar loysnir.
Skipið hevur ein verksmiðju, sum kann frysta 40 tons um samdøgrið.
Skrokkurin er gjørdur í Póllandi, og kom á Skála jólaaftan í fjør.
Myndamaðurin Gorm Niclassen tók hesar góður myndirnar av Dunga Jákup í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald