Innanlands

Myndin hendan mánaðin: Fyrsti túrurin undir nýggju eigarunum

Nýggjur táttur á fiskur.fo, har vit velja myndina hendan mánaðin

(Mynd: Kiran Jóanesarson)

(Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-06-02 23:02 Author image
Redaktiónin
placeholder

Í nýggjum tátti á Fiskur.fo velur redaktiónin myndina hendan mánaðin. Nógvar góðar myndir verða tiknar hvønn mánað, men hvørva skjótt í tíðindameldrinum. Hetta er ein roynd at seta meira fokus á ymsu myndirnar.

[object Object]

Myndin fyri mai er av Jupiter, sum Varðin í Gøtu seldi til reiðaríið Northwest Pelagic í Kollafirði.

Sølan fór endaliga fram 18. mai, og um 21 tíðina sama kvøld fór skipið til fiskiskap, og tá varð myndin hendan mánaðin eisini tikin.

Navnið er framvegis Jupiter, og meðan svartkjaftafiskiskapurin er, verður sama manning sum áðrenn við skipinum, sum nú er heimahoyrandi í Kollafirði.

Northwest Pelagic keypti skipið fyri knappar 40 milliónir krónur.

Sí størri mynd við at trýsta á hana niðanfyri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder