Innanlands

Minni av makreli

Úrslitini frá árligu felagskanningunum av makreli, har Føroyar luttóku saman við Noregi, Danmark og Íslandi, eru nú tøk. Úrslitini vísa munandi minni nøgdir av makreli. Vísitalið fyri Norðurhøv er minkað niður í eina helvt frá í fjør

2021-08-30 18:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Makrelurin heldur fram við at flyta seg eystureftir. Tað hevur hann gjørt síðani 2018, tá nøgdirnar byrjaðu at minka í Eysturgrønlandi. Í íslendskum øki var tað einans út fyri eysturlandinum, at makrelur var at síggja í ár.

Kanningarnar benda á, at makrelurin er at finna longur norðuri enn undanfarin ár. Í Norðsjónum var tó sera nógv av 1 og 2 ára gomlum makreli at síggja. Tað sær eisini út til, at útbreiðslan av makreli er ójavnari samanborið við í fjør.

Vísitalið fyri norðhavssild er at kalla óbroytt frá í fjør. Tað er serliga 2016 árgangurin, 5 ára gomul sild, sum sæst í kanningunum. Hesin árgangurin er mettur at vera sera góður.

Vísitalið fyri svartkjaft er vaksið við 24% í mun til í fjør. Grundin til uppgongdina er, at nógvur eitt ára gamal svartkjaftur var at síggja. Minni var til av stórum svartkjafti.

Úrslitini frá hesum kanningunum, saman við øðrum kanningum og veiðitølum, verða brúkt í stovnsmetingunum av uppsjóvarfiski, sum verða gjørdar í hesum døgum.

Les alla frágreiðingina her.

Havstovan

placeholder
placeholder