Innanlands

Miðalvektin á smoltum nærkast pundinum

Bakkafrost roknar við at náa málinum komandi ár. Miðalvektin á útsetta smoltinum er nú 422 gramm

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-08-24 08:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá Bakkafrost herfyri fór undir umfatandi ný- og útbyggingar av smoltstøðum, var endamálið við tí at lata smoltini liva longri á landi áðrenn tey vórðu slept út á føroysku firðirnar. Hetta fyri at minka um vandan fyri at alingin verður órógvað av laksalús.

Málið var at smoltini skuldu hava eina vekt upp á 500 gramm – eitt pund – áðrenn tey vórðu slept út. Miðalvektin á teimum gott fimm milliónir smoltunum, ið vórðu slept út í síðsta ársfjórðingi var 422 gramm. Næsta ár er vektin væntandi komin upp á pundið.

Hetta skrivar Bakkafrost-samtakið í frágreiðingini, sum í morgun varð kunngjørd í sambandi við at annars ársfjórðingur er gjørdur upp.

Her verður millum annað skrivað:

Samlaða tøkan í øðrum ársfjórðingi fyri aligeiran í Føroyum og Skotlandi var 28.196 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 17.561 tons tikin í Føroyum í mun til 12.941 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 10.634 tons í kruvdari vekt tikin í mun til 7.937 tons sama ársfjórðing í fjør.

Tilsamans vórðu 5,2 milliónir smolt sett út í øðrum ársfjórðingi í mun til 5,8 milliónir smolt í sama ársfjórðingi í fjør. 3,2 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 2,1 milliónir smolt í Skotlandi.

[object Object]Smoltstøðin á Strond (Mynd: Jens Kr. Vang)

Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 348,4 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2021 í mun til 134,4 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 343,2 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2021 samanborið við 85,8 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing í fjør. Tøkan eins og laksaprísirnir vóru hægri í øðrum ársfjórðingi samanborið við annan ársfjórðing í fjør.

Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarúrslit á 52,9 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2021 í mun til eitt rakstrarúrslit á 28,8 annan ársfjórðing í fjør.

Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 5,3 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2021 í mun til eitt rakstrarúrslit á 48,6 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í øðrum ársfjórðingi 2021 var 57,4 milliónir krónur samanborið við 49,9 milliónir krónur annan ársfjórðing í fjør.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 1.903 milliónir krónur við endan á øðrum ársfjórðingi 2021 í mun til 1.753 milliónir krónur við ársenda 2020. Bakkafrost hevði 1.523 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á øðrum ársfjórðingi 2021.

Aling

Lívfrøðiliga gongdin í alingini í Føroyum hevur verið góð í øðrum ársfjórðingi. Fiskurin hevur vaksið væl, fóðurfaktorin hevur verið lágur, og góðskan á tikna fiskinum hevur verið avbera góð. Bakkafrost hevur gjørt íløgu í nýggja tøkni til mekanisk lúsaviðgerð móti laksalús. Nýggja skipanin fer at betra enn meira um djóravælferðina og minka um fellið.

Miðalvektin á útsetta smoltinum í Føroyum er alsamt hækkandi í tráð við strategiina hjá Bakkafrost um at hækka støddina á smoltinum til 500 gramm í 2022. Í øðrum ársfjórðingi var miðalstøddin á útsetta smoltinum í Føroyum 422 gramm. Við teimum útbyggingum av smoltstøðunum á Norðtoftum og á Glyvradali, sum eru í gongd, verður í 2022 møguligt hjá Bakkafrost at framleiða 20 milliónir smolt við einari miðalvekt á 500 gramm.

Alingin í Skotlandi batnar alsamt, og Bakkafrost hevur gjørt nógvar íløgur í sjógvalingina. Høvuðsdenturin verður tó lagdur á at gera íløgur, ið tryggja hægri góðsku og størri smolt. Bakkafrost ætlar tí komandi árini at gera stórar íløgur í Skotlandi og byggja tríggjar stórar smoltstøðir og harvið framleiða stór smolt, eins og í Føroyum.

Hettar fer at betra munandi um alingina í Skotlandi um nøkur ár. Tann fyrsta av hesum trimum smoltstøðum er smoltstøðin Applecross, sum í løtuni verður víðkað og uppstigað munandi. Hettar verður væntandi liðugt við ársenda 2022, men fer longu seinni í ár at betra nakað um góðsku og stødd á smoltinum í Skotlandi.

Bakkafrost leggur stóran dent á at minka um lívfrøðiliga váðan. Stórar íløgur  eru gjørdar seinastu árini fyri at minka um váðan, betra um effektivitetin og at tryggja burðardyggan vøkstur. Í hesum sambandi er strategiin við størri smolti ein týdningarmikil hornasteinur bæði í Føroyum og í Skotlandi.

Í 2021 verður samlaða útsetingin av smolti hjá Bakkafrost væntandi 14,5 milliónir smolt í Føroyum og 11,0 milliónir smolt í Skotlandi. Til samanbering var útsetingin í Føroyum 14,3 milliónir smolt í 2020, 12,7 milliónir í 2019 og 12,6 milliónir í 2018. Í Skotlandi var útsetingin 10,4 milliónir smolt í 2020, 12,4 milliónir í 2019 og 8,6 milliónir í 2018.

Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2021 er 66.000 tons av laksi í kruvdari vekt í Føroyum og 40.000 tons í Skotlandi. Sostatt verður samlaða tøkan í 2021 væntandi 106.000 tons av laksi í kruvdari vekt. 

Liðugvørur

Bakkafrost hevur seinnu árini gjørt stórar íløgur, millum annað í liðugvøruvirkið á Glyvrum. Hettar ger Bakkafrost ført fyri at tillaga framleiðsluna eftir marknaðinum á ein smidligan hátt, nakað sum hevur verið ein stórur fyrimunur undir korona farsóttini. Sostatt hevur Bakkafrost megnað at møtt tí økta eftirspurninginum eftir liðugvørum, sum hevur verið undir korona farsóttini. Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 31 prosent av væntaðu samlaðu tøkuni í 2021. Sølusáttmálarnir eru til fastan prís og eru millum 6 og 12 mánaðir til longdar.

Mjøl, lýsi og fóður

Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2021 er 929.000 tons, sum er ein lækking á 20 prosent samanborið við 2020. Eftir 30. desember 2020 hevur Marine Stewardship Council (MSC) tikið burtur MSC-merkingina á svartkjaftinum.

Fyri at tryggja MSC-merkta rávøru til ASC-merkta laksin hjá Bakkafrost, hevur Bakkafrost í 2020 økt munandi um goymsluna av MSC-merktum fiskamjøli, heldur enn at selja mjølið.

Framleiðslan av fiskamjøli og lýsi fyri 2021 verður væntandi lægri enn í 2020. Væntaða samlaða sølan av laksafóðri í 2021 er hækkað og verður mett til 120.000 tons.

[object Object]
Smoltstøðin á Strond (Mynd: Jens Kr. Vang)

Íløgur

Íløguætlanin hjá Bakkafrost fyri tíðarskeiðið frá 2020 til 2022 er áljóðandi 1,8 milliardir krónur, íroknað viðlíkahaldsíløgur, men ikki íroknað íløgur í The Scottish Salmon Company.

Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at lækka lívfrøðiliga váðan, økja um virkisføri og skapa burðardyggan vøkstur, so árliga framleiðslan hjá Bakkafrost í Føroyum sum frálíður verður 100.000 tons í kruvdari vekt. Strategiin at framleiða størri smolt er ein týdningarmikil partur av hesi ætlan.

Samanumtikið er Bakkafrost væl á leið við íløguætlanini. Smoltstøðin á Strond er liðug, og útbygging av smoltstøðunum á Norðtoftum og á Glyvradali er í gongd. Í øðrum ársfjórðingi 2020 skrivaði Bakkafrost undir avtalu um bygging av nýggjum brunnbáti á 7.000 rúmmetrar. Hesin verður m.a. útgjørdur við hybrid-tøkni fyri at minka um útlátið.

Nýggi brunnbáturin, ið verður liðugur í fyrru helvt av 2022, fer at tryggja enn betur møguleikar fyri lúsaviðgerð við feskvatni og hevur harafturat ein týdningarmiklan leiklut í mun til aling á opnum havi.

Biogassvirki FÖRKA er tikið í nýtslu og økir alsamt um framleiðsluna av grønari orku – bæði el til netið hjá SEV og fjarhita. Hettar fer at minka CO2 útlátið við 11.000 tonsum.

Afturat íløguætlanini í Føroyum ætlar Bakkafrost at gera árligar íløgur fyri umleið 350-400 milliónir krónur í Skotlandi tey næstu fimm árini. Ein stórur partur av hesum er til bygging av trimum stórum smoltstøðum. Bakkafrost fer at greiða nærri frá íløguætlanini á íleggjaradøgunum, ið verða hildnir í Føroyum 14.-15. september í ár. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder