Innanlands

Mest sjósett fyrru av tveimum tvíkiljum til Hiddenfjord

- Tað er umráðandi at varðveita vitanarstørv og førleikar at byggja skip her í Føroyum, sigur Mouritz Mohr, skipasmiðjustjóri

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2023-11-13 17:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tann fyrsta av tveimum tvíkiljum til Hiddenfjord fór av bakkastokki í dag. Tvíkiljan verður nú royndarsigld komandi dagarnar, og seinastu snøklarnir fingnir til høldar.

Henda fyrra tvíkiljan, Heldarsgjógv, verður skrásett í Sandavági og verður latin í komandi viku. Tvíkiljan verður latin til avtalaðu tíð, góðsku og prís.

Frá einum burðardygd sjónarhorni er her talan um eina “stuttflutta” vøru, tí bæði skrokkur og øll byggingin er farin fram í Føroyum. Líka frá fyrsta strokinum í tekniforritinum, umvegis skering og sveising av stálinum til og við el-arbeiðinum og liðugtmonteringini av útbúnaði og apteringini umborð.

- Tað er sera umráðandi hjá okkum at varðveita vitanarstørv og okkara førleikar at byggja skip her í Føroyum. Og tað er henda uppgávan fyri Hiddenfjord eitt dømi um, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

[object Object](Mynd: Ólavur Frederiksen)


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder