Innanlands

Makrelurin longur norðuri enn undanfarin ár

Makrelkanningarnar hjá Jákup Sverra eru lidnar

2021-08-06 14:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havstovan: Fyrsta yvirlitstroling eftir makreli við Jákupi Sverra var liðug beint fyri ólavsøku. Fyribilsúrslitini benda á, at makrelurin er at finna longur norðuri enn undanfarin ár.

Tað sær eisini út til, at útbreiðslan av makreli er meira ójøvn í ár í mun til í fjør. Tó at einans 60 fjórðingar eru millum regluligu hálini, so var stórur munur á makrelnøgdini frá einum háli til annað.

Kanningin er skipað sum felags kanning, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Danmark og Íslandi. Grønland var ikki við í ár.

Enn er ov tíðliga at siga nakað um samlaðu nøgdina av makreli. Tølini frá øllum luttakandi skipunum verða tald saman og eitt vísital roknað út, sum so verður partur av stovnsmetingini síðst í august.

Silda- og svartkjaftastovnarnir verða eisini kannaðir á hesum túrunum, og úrslitini verða gjørd upp seinni í august.

Les alla frágreiðingina her.

placeholder
placeholder