Innanlands

Makrelsemja við Noreg fyri restina av árinum

Skipini kunnu fiska 10.000 tons í sjóøkinum hjá hvørjum øðrum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-09-14 12:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyar og Noreg hava gjørt semju um makrelatgongd, sum fær gildi í morgin, 15. september.

Sambært semjuni kunnu føroysk skip veiða 10.000 tons av makreli í norskum sjógvi, tað ið eftir er av árinum. Somuleiðis kunnu norsk skip veiða sama tonsatal av makreli í føroyskum sjógvi.

Londini eru harumframt samd um, at makrelur, sum er veiddur inni hjá hvør øðrum kann landast hjá hvør øðrum. Tó eru londini samd um, at makrelur veiddur eftir hesari semju skal seljast umvegis Norges Sildesalgslag.

Semjan, ið er orðað á nýnorskum, sæst her   


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder