Innanlands

Lutfalsliga lítið at síggja av sild

Jákup Sverri hevur verið á árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Nógv mest varð fingið av 2021-árganginum av svartkjafti

Tað, at sildin stendur norðarlaga og at tað enn er 2016-árgangurin, sum er bulurin í vaksna stovninum, líkist tí, sum hevur verið at sæð síðstu árini (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Tað, at sildin stendur norðarlaga og at tað enn er 2016-árgangurin, sum er bulurin í vaksna stovninum, líkist tí, sum hevur verið at sæð síðstu árini (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-05-15 16:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygarkvøldið 4. mai kom Jákup Sverri aftur av árligu silda- og svartkjaftakanningunum norðanfyri. Í kanningarøkinum hjá Jákupi Sverra var lutfalsliga lítið at síggja av sild, boðar Havstovan frá.

- Norðhavssild var at síggja í altjóða økinum norðanfyri, meðan meginparturin av tí sildini, sum var fingin í føroyskum havøki, var sild av øðrum uppruna. Helst er talan um føroyska heystgýtandi sild, íslendska summargýtandi sild ella norðsjóvarsild. Hvat norðhavssildini viðvíkur, so vísir aldursgreiningin, at tað enn er 2016-árgangurin, sum er bulurin í vaksna stovninum. Tað, at sildin stendur norðarlaga og at tað enn er 2016-árgangurin, sum er bulurin í vaksna stovninum, líkist tí, sum hevur verið at sæð síðstu árini.

Svartkjaftur var at síggja út av føroyska landgrunninum og vestarlaga á Íslandsrygginum, umframt eystarlaga í altjóða øki. Hetta er ivaleyst tí, at sjógvurin í hesum økjunum er heitari enn vestanfyri og norðanfyri, skrivar Hagstovan. Nógv mest varð fingið av 2021-árganginum.

[object Object]

[object Object]
Mynd: Hagstova Føroya

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Danmark og Bretlandi. Skipini úr Danmark, Noregi og Íslandi eru framvegis í gongd við at kanna havøkini norðan fyri okkum.

Samlaða nøgdin av norðhavssild frá øllum rannsóknarskipunum, verður roknað á fundi í seinnu helvt av juni.

Øll frágreiðingin hjá Hagstovu Føroya sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder