placeholder
Innanlands

Lítið av gróðri á Landgrunninum í ár

Í ár hevur verið sera lítið at plantuæti á Landgrunninum, og einki tíðarskeið hevur verið við stórum nøgdum, sigur Havstovan

2021-08-18 13:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havstovan: Plantuæti er fyrsti liður í føðiketunum í sjónum og er sostatt føðigrundarlag undir djóralívinum í sjónum. Gróðurin kann vera sera ójavnur frá ári til annað og Havstovan hevur áður víst á, at eitt týðiligt samband er ímillum gróðurin av plantuæti og tilgongd og vøkstur hjá fiski á Landgrunninum. Tí kannar Havstovan regluliga bæði nøgdirnar og vøksturin av plantuæti.

Í samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun verða nøgdirnar av plantuæti í Skopunarfirði kannaðar hvørja viku og kanning av tí samlaða gróðrinum verður gjørd við rannsóknarskipinum seint í juni á hvørjum ári.

Í ár hevur verið sera lítið at plantuæti á Landgrunninum, og einki tíðarskeið hevur verið við stórum nøgdum.  Somuleiðis vísa kanningar við Jákup Sverra, at gróðurin á Landgrunninum hevur verið sera lítil í ár.

Til ber at fylgja gróðrinum her.

[object Object]
Nøgdir av plantuæti í Skopunarfirði 1997-2021. Svarta strikan vísir gróðurin í ár. Turkis vísir dømi um eitt ár við góðum gróðri, grønt eitt vánaligt ár og myrkablátt eitt miðalgott ár.

[object Object]
Indeks fyri gróðurin á Landgrunninum. Brotna strikan vísir miðal fyri árini 1990-2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder