2025-04-16 06:50

Christian í Grótinum-samtakið hevur gjørt avtalu við eigararnar av uppsjóvarskipinum Jupiter um keyp av skipi og kvotunum.
Sáttmálin er ikki undirskrivaður, men sambært Jan Petersen, stjóri í Christian í Grótinum-samtakinum, er avtalan næstan komin uppá pláss. Tað upplýsir hann fyri útvarpinum.
Jupiter verður sostatt heimahoyrandi í Klaksvík, men tað er fyri kvoturnar, at reiðaríið keypir skipið.
Við dagsins kvotum kann Jupiter fiska umleið 9.300 tons av svartkjafti, 1.500 tons av makreli og umleið 1.100 tons av norðhavs- og heystgýtandi sild í ár.
Jupiter verður helst selt tá tíðin er tann rætta, sigur Jan Petersen, stjóri í Christian í Grótinum-samtakinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald