Innanlands

Kendur trolari á Havnini í morgun

Polar Nataarnaq skal heinta útgerð frá Vónini, og gera ein royndartúr áðrenn kósin verður sett móti Grønlandi

Mynd: Kiran Jóanesarson

Mynd: Kiran Jóanesarson

2021-08-28 15:00 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Klokkan átta í morgun stevndi grønlendski trolarin Polar Nataarnaq á Havnina, har teir komu eftir útgerð ávegis til Grønlands.

Talan er ikki um ein ókendan trolara um okkara leiðir, tí rækjutrolarintrolarin er bygdur á Skála Skipasmiðju í 1989. Upprunaliga fekk skipið navnið Ocean Castle.

Polar Nataarnaq er ein rækjutrolari, sum seinastu árini hevur havt heimstað í Onglandi, og navnið Norma Mary. 

Rækjutrolarin hevur havt nøvnini Ocean Castle, Napoleon og Fríðborg, og varð síðan seldur av landinum í 2010. Tá ið skipið varð selt, bleiv tað eisini longt heili 13 metrar.

Fyrr í ár keypti grønlendska reiðaríið Polar Seafood trolaran, sum síðan fekk navnið Polar Nataarnaq, og skal avloysa ein minni trolara, sum sakk fyrr í ár.

Hóast talan er um ein rækjutrolara, so hevur Norma Mary, sum skipið hevur kallast seinastu 11 árini, fiska botnfisk, men í samband við at Polar Seafood hevur keypt trolaran, hevur Polar Nataarnaq ligið í Frederikshavn seinastu tríggjar mánaðirnar, har skipið hevur fingið nýggja rækjuverksmiðju setta í.

Skipið hevur tó eisini eina toskaverksmiðju umborð, um skipið skal fiska botnfisk.

Polar Nataarnaq skal ein royndartúr seinnapartin, og um alt gongur sum ætla, so verður kósin sett móti Grømnlandi í morgin.

Tað verður ritivíkingurin Kristen Højgaard, sum skal vera við til at seta skipið í gongd.

Kristen hevur verið víð í allari tilgongdini í samband við skipakeypið og umbygningina.


placeholder
placeholder