- Heimshøvini eru stór, og fiskurin ynskir óivað at verða har føðin og rætti hitin er. Tí ferðast hann millum økir og lond, og tað haldi eg søgan prógvar.
Gjáramorgunin landaðu samtrolararnir Bakur og Stelkur til Faroe Origin í Runavík. Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og fekk, millum annað, eitt prát við kokkin á Baki, Jack Thomsen. Tíð var eisini til drekka, prát, Guds orð og bøn, hóast menn vóru troyttir.
- Eg havi verið umborð í tveir túrar og havi frítúr nú. Báðir túrarnir hava gingist væl og hendan túrin hava vit umleið 255 túsund pund, har meginparturin er góður upsi, sigur Jack Thomsen.
- Vit hava roynt eystanfyri í níggju dagar. Tvær ferðir hava vit ligið uppi undir landi og kroka vegna ringt veður, so fiskiskapurin hevur ikki verið so galin, sigur hann.
- Síðstu árini hevur tað verið smáligur fiskiskapur eftir upsa hesa tíðina, sum fyrr vanliga var góð fiskitíð.
- Heimshøvini eru stór, og fiskurin ynskir óivað at verða har føðin og rætti hitin er. Tí ferðast hann millum økir og millum lond, og tað haldi eg søgan prógvar, sigur hann.
Jack er ein av okkara garvaðu sjómonnum. Tá hann fer umborð aftur, verða tað 47 ár síðani hann mynstraði fyrstu ferð, og hann hevur siglt øll árini. Tað longsta hann hevur arbeitt lønandi arbeiði uppi á landið, síðani hann sum 15 ára gamal fór til skips, er tvær og ein hálv vika á Skála skipasmiðju og so nakrar fáar dagar á flakavirkinum í Nólsoy.
-Nú vaski eg dúrkið í galluni og messuni og vaski kamarið. So skrivi eg proviantlistan og bíleggi proviantin, so teir ikki verða svangir komandi túr. Eftir tað fari eg til hús og eg gleði meg at verða saman við familjuni og við seyðinum, sigur Jack Thomsen.
Skipini fóru út aftur í gjárkvøldið.
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald