placeholder
Skipasøga

Kallast nú Norma Mary

Skipið fekk upprunaliga navnið Ocean Castle, men í 2002 varð skipið selt til felag á Glyvrum og fekk navnið Napoleon

2015-02-01 18:03 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Fyrrverandi føroyski rækjutrolarin Ocean Castle, ið føroyingar bygdu á Skála Skipasmiðju í 1989, kallast nú Norma Mary og hevur heimstað í Hull í Onglandi.

Skipið fekk upprunaliga navnið Ocean Castle, men í 2002 varð skipið selt til felagið Kongshavnar Útgerðarfelag á Glyvrum og fekk tá navnið Napoleon.

Í 2006 varð skipið aftur selt og tá fekk tað heimstað í Leirvík. Tað var eitt felag hjá Osmund og Tummas Justinussen, ið keypti rækjutrolaran, sum fekk navnið Fríðborg.

Í 2010 varð skipið selt til Onglands og skrásett í Hull. Skipið fekk navnið Norma Mary og bleiv longt heili 13,6 metrar.

Ocean Castle var skip nummar 53, ið bleiv bygt á Skála Skipasmiðju.

Ocean Castle (Mynd: Shipspotting.com)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder