Uttanlands

Ein av seinastu lastunum hjá Jupiter

Jupiter skal landa svartkjaft í Skagen. Teir hava fiskað eystanfyri í føroyskum sjógvi

Jupiter (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jupiter (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-02-08 11:55 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Jupiter skal landa 2000 tons av svartkjafti í Skagen.

Jupiter hevur fiskað svartkjaft eystanfyri í føroyskum sjógvi, eins og hini uppsjóvarskipini, og setti í gjár kós ímóti Skagen, har veiðan skal landast.

Hetta verður ein av seinastu lastunum, sum Jupiter fer at landa, av tí at reiðaríið hevur keypt eitt nýggjari og størri skip, sum skal í føroyska flotan fyri Jupiter.

Altaire, som er navnið á nýggja skipinum, sum tó skiftir navn til Jupiter tá ið tað verður skrásett í føroyska flotanum, liggur eisini í Skagen í løtuni, har skipið leggur útgerð og annað uppá land, áðrenn tað verður avhandað tann 20. februar.

Eigararnir av Altaire byggja í løtuni ein nýtt uppsjóvarskip á Karstensens Skibsværft í Skagen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder