Innanlands

Jupiter seldur til Fuglafjarðar

Framherji keypir Jupiter at avloysa fyri Høgaberg til reiðaríið yvirtekur nýbygning í 2024

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-02-09 16:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Framherji hevur keypt uppsjóvarskipið Jupiter, sum skal loysa av fyri Høgaberg. Hetta váttar Anfinn Olsen, reiðari, fyri jn.fo í dag.

Høgaberg er seldur til Noregs og til sama reiðarí, sum lat hann byggja í 2014.

Nýggjur Høgaberg er í ger á Karstensens skipasmiðjuni í Póllandi, og kemur til Skagen í januar 2024. Skipið skal latast reiðarínum á summrið 2024.

Reiðaríið, sum rekur Jupiter í dag, hevur keypt hetlendska Altaire, og yvirtekur eftir ætlan skipið seinni í hesum mánaðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder