2023-07-02 20:26  
  
  Uppsjóvarskipið Jupiter kom í dag á Fuglafjørð, har skipið skal landa makrel.
Skipini Jupiter, Fagraberg og Gamli Jupiter samfiska, og verður veiðan á hendan hátt munandi feskari enn tá ið skipini fiska sjálvi.
Jupiter fekk heili 1.000 tons í gjár, og tí er talan um sera feskan fisk, sum verður landaður til Pelagos í dag.
Støddin á makrelinum er 500 gramm, og veiðan verður landað til matna.
Jupiter fer aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.
 
  
 
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald