placeholder
Innanlands

Jupiter landað á Tvøroyri

Jupiter hevur fiskað saman við skipunum hjá Varðanum hendan túrin

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-08-12 20:05 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Jupiter hevur landað umleið 1000 tons av makreli til Varðan Pelagic.

Jupiter hevur verið á makrelveiðu í altjóða sjógvi, og hava teir fiskað saman við skipunum hjá Varðanum hendan túrin.

Skipini hava seinastu dagarnar fingið fitt av makreli í altjóða sjógvi, eftir fleiri daga fiskaloysi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder