Innanlands

Jógvan I skal landa í Kollafirði

Meginparturin av veiðuni er toskur og hýsa

Mynd: Kiran Jóanesarson

Mynd: Kiran Jóanesarson

2021-03-23 07:37 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Frystilínuskipið Jógvan I kom um vikuskiftið á Kollafjørð, har teir skulu landa.

Teir hava verið til fiskiskap undir Íslandi, og hava 210 tons av frystum fiski við til lands.

Meginparturin av veiðuni er toskur og hýsa, meðan restin er blanda fiskasløg.,

Eitt annað frystilínuskip, Kambur, hevur boðað frá landing síðst í vikuni.

Kambur hevur eisini verið til fiskiskap undir Íslandi, og hava teir 270 tons, sum teir eisini skulu landa í Kollafirði.


placeholder
placeholder