Innanlands

Jaspis sleipaður á Havnina

Skipið fekk maskintrupulleikar seint í gjárkvøldið, og á middegi kom tað á Havnina

(Mynd: Marner Ludvig)

(Mynd: Marner Ludvig)

2023-02-19 15:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á middegi í dag kom Brimil á Havnina við trolaranum Jaspis.

Skiparin umborð á Jaspis hevði í gjárkvøldið biðið um sleip, tí at skipið hevði fingið maskintrupulleikar.

Fráboðanin kom klokkan 23.45, tá Jaspis var til fiskiskap góðar 45 fjórðingar eystanfyri Borðina, skrivar Vørn.

Jaspis, ið hevur heimstað í Havn, varð bygt í Vági í 1986.

[object Object]
Brimil sleipar Jaspis á Havnina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder