placeholder
Innanlands

Írskt uppsjóvarskip landað í Fuglafirði

Brendelen hevur landað 1.200 tons av svartkjafti til Havsbrún

Systurskipini Brendelen og Father Mckee (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Systurskipini Brendelen og Father Mckee (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-03-11 22:06 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Írska uppsjóvarskipið Brendelen hevur júst landað 1.200 tons av svartkjafti til Havsbrún.

Brendele hevur verið á svartkjaftaveiðu í bretskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Brendelen loysti, og fór aftur til fiskiskap í kvøld.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani aftur til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder