2021-03-24 07:43

Uppsjóvarskipið Hoyvík, sum seinastu tíðina hevur ligið í Vestmanna, er nú á beding hjá Mest í Havn.
- Talan er um vanligt viðlíkahaldsarbeiði og ymiskt í samband við klassan, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari.
Talan er um eitt arbeiði, sum eftir ætlan einans skal taka eina viku, har botnsýn og annað viðlíkahaldsarbeiði skal gerast við skipið.