placeholder
Innanlands

Høgaberg skal landa til Havsbrún

Høgaberg skal landa 2000 tons av makreli til Havsbrún

Høgaberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Høgaberg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-08-02 21:03 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Høgaberg skal landa 2000 tons av makreli til Havsbrún í Fuglafirði.

Høgaberg hevur verið á makrelveiðu í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Skipini fáa umleið seks krónur kilo fyri makrelin, sum verður landaður til Havsbrún, sum framleiðir makrelin til fóður.

Tá ið liðugt er at landa, fer Høgaberg aftur á makrelveiðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder