Innanlands

Høgaberg siglir inn við makreli

Høgaberg siglir inn við 365 tonsum

Høgaberg (Savnsmynd: Gorm Niclassen)

Høgaberg (Savnsmynd: Gorm Niclassen)

2025-07-24 14:49 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Høgaberg er ávegis á Fuglafjørð, har skipið skal landa.

Høgaberg hevur verið á makrelveiðu norðanfyri, og fiskiskapurin hevur verið hampuligur.

Veiðan skal landast til Pelagos, og Høgaberg verður inni seint seinnapartin.

Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á makrelveiðu.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder