2025-02-18 16:28

Uppsjóvarskipið Høgaberg kom í gjár á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.
Høgaberg hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, og landar umleið 3.300 tons til Havsbrún.
Fiskiskapurin hevur verið góður, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi og síðani til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald