Innanlands

Heykur fekk um skrúvuna

Seinnapartin í gjár mátti Brimil sleipa Heyk á Skálafjørðin – Trolarin er nú farin aftur til fiskiskap

(Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-08-08 13:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár fekk trolarin Heykur brúk fyri hjálp, tá hann fekk um skrúvuna, meðan hann var til fiskiskap norðanfyri.

Tað var um 16-tíðina, at MRCC fekk fráboðanina, og var Brimil sendur at sleipa Heyk á Skálafjørðin.

Brimil sendi síðani froskmenn niður, og teir skóru alt av, og kundi Heykur fara aftur til fiskiskap tíðliga í morgun, skrivar Vørn.

placeholder
placeholder