Innanlands

Heilsufrøðiliga starvsstovan: Føroyskar fiskavørur lúka ES-krøv

Niðurstøðan er, at Heilsufrøðiliga starvsstovan lýkur treytirnar í veterineravtaluni – Eftirlitsmyndugleikin hjá ES vísti tó á fimm høvuðsfrávik, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan skal fáa í rættlag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-05-12 16:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum frá 13. til 29. januar framdi ES-eftirlitsmyndugleikin eina skoðan av Heilsufrøðiligu starvsstovuni; hetta fyri at eftirkanna, um Heilsufrøðiliga starvsstovan sum skikkaður myndugleiki livir upp til veterineravtaluna við ES um fisk og fiskavørur.

Frágreiðingin er nú komin, og niðurstøðan er, at Heilsufrøðiliga starvsstovan lýkur treytirnar í veterineravtaluni. Tað er ein avtala, sum ger, at føroyskur fiskur kann fara í fría umferð í øllum ES uttan heilsuváttan.

Høvuðsendamálið við avtaluni við ES er at tryggja, at framleiðsla av føroyskum fiski og fiskavørum fer fram undir viðurskiftum, ið eru í samsvar við galdandi ES-lóggávu.

Eins og altíð, tá skoðanir eru, verður í frágreiðingini víst á nøkur frávik. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur 25 dagar at svara frágreiðingini, hvussu frávikini verða rættað.

ES-eftirlitsmyndugleikin vísir í frágreiðingini á fimm høvuðsfrávik, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan skal taka upp til viðgerðar og fáa í rættlag.

Frávikini eru til Heilsufrøðiligu starvsstovuna sum skikkaður myndugleiki, hvussu eftirlitið verður skipað, títtleikan av eftirlitsvitjanum, hvussu innanhýsis mannagongdir verða fylgdar, og hvussu staðfest frávik verða fingin í rættlag á virkjum og skipum. Somuleiðis skulu kanningar setast í verk av royktari fiskavøru.

Vegna koronastøðuna varð øll skoðanin fyri fyrstu ferð framd yvir netið, við videofundum, teldupostsamskifti o.t. Skoðanin gekk sum heild væl, hóast onkrar tekniskar byrjunartrupulleikar, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder