Í dag varð tyrlumanningin hjá Atlantic Airways heiðrað á ársins Sjómannadegi í Klaksvík.
Heiðurin varð latin fyri stóra bjargingarátakið tíðliga týsmorgunin 6. februar í ár, tá ið frystilínuskipið Kambur fekk ein sjógv uml. 17 fjórðingar í ein útsynning úr Akrabyrgi og sakk stutt eftir. 14 mans vórðu bjargaðir hendan dagin.
(Mynd: Ólavur Frederiksen / Atlantic Airways)
Tórbjørn Jacobsen flutti fram røðu í sambandi við, at heiðurin varð latin.
Tað vóru Andreas Mouritsen, Hallur Jensen, Bjørn Sjúrður Patursson og John Johannesen, sum mannaðu tyrluna hendan dagin í februar.
(Mynd: Ólavur Frederiksen / Atlantic Airways)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald