Innanlands

Havfrakt seldur

Navigare hevur selt elsta skipið hjá flagnum til Noregs. Reiðaríið hyggur nú eftir størri og nýggjari skipi

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-04-27 22:54 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Havfrakt, elsta skipið í flotanum hjá Navigare, er nú selt til Noregs.

Havfrakt var keyptur til Føroyar í 2006 og hevur roynst reiðarínum sera væl.

Skipið er í so lítið til tann farm, sum reiðaríið ynskir, og so eru árini vorðin mong. Tí varð avgjørt at selja skipið.

Reiðaríið hyggur nú eftir størri og nýggjari skipi.

Havfrakt er bygdur í Hollandi í 1979, er 65,8 metrar langur og 10,7 metrar breiður. Motorurin er 883 kw. MAK.

Skipið hevur verið í dokk í Pólandi har ymiskt er gjørt við skipið og so hevur tað skift lit.

Nýggju eigararnir verða ynsktir til lukku og Guds signing við skipinum.

placeholder
placeholder